Fólkatal
18. aug 2026
Stívliga 55.500 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin var 1,2%

Eftir lítlan fólkavøkstur í góð tvey ár er aftur ferð komin á vøksturin. Árligi fólkavøksturin er nú oman fyri eitt prosent, eftir at hann í hálvttriðja ár hevur ligið um hálvt prosent. Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, er nú longu farið upp um 55.500. Samstundis er samansetingin av fólkavøkstrinum broytt, og fólk uttan bústaðartilknýti standa nú aftur fyri einum størri parti av vøkstrinum.
[px-graph-1]
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 177 fólk og einari nettoflyting á 466 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 643 fólk — 404 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 20 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 16 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 82 í undanfarna tíðarskeiði upp í 466 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Fleiri uttan bústaðartilknýti í fólkavøkstrinum
Árligi fólkavøksturin er nærum trífaldaður seinasta árið. Vøkstur hevur verið bæði millum fólk við og uttan bústaðartilknýti. Frá 2024 og fram til mars í ár stavaði størsti parturin av árliga fólkavøkstrinum frá fólki við bústaðartilknýti. Síðan tá er samansetingingin broytt nakað. Meðan fólkavøksturin er hildin fram millum fólk uttan bústaðartilknýti, er hann minkaður millum tey, sum hava bústaðartilknýti. Nú standa fólk við og uttan bústaðartilknýti fyri hvør sínari helvt av fólkavøkstrinum. Í undanfarna tíðarskeiði stóðu fólk uttan bústaðartilknýti bert fyri umleið einum fjórðingi.
Samansetingin av fólkavøkstrinum í mun til bústaðartilknýti skiftir tó yvir tíð, og hetta er ikki fyrstu ferð, at býtið millum teir báðar bólkarnar broytist.
Myndin niðanfyri vísir fólkatalið skift á bústaðartilknýti.
[px-graph-5]
Størri nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nærum sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani tá er gongdin í tilflytingini vaksin nakað, meðan gongdin í fráflytingini er minkað munandi. Gongdin i nettoflytingini er tí vaksin munandi síðan tá.
[px-graph-3]
Minni burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið vaksandi síðan 2024, hevur verið nakað minkandi síðan á heysti í 2025. Hinvegin sæst ein lítil vøkstur í gongdini í deyðatalinum seinastu mánaðirnar, og samanlagt minkar tað nakað um gongdina í burðaravlopinum.
[px-graph-4]
Fólk aftur í Múla eftir góð tólv ár
Størsti parturin fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har góð fjøruti prosent av fólkinum í Føroyum býr. Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar, Nes, Eysturkommunu.
Hinvegin minkaði fólkatalið mest í Tvøroyrar kommunu. Størsta minkingin í kommununi var á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð.
Eftir mong ár uttan fastbúgvandi fólk búgva nú aftur fólk í Múla. Tvey fólk fluttu til Múla í juni, og sambært Landsfólkayvirlitinum er hetta fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk eru skrásett at búgva í Múla.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2025 og 2026.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.