Treystital
06. feb 2023
Tænastu- og tilfeingisvinnurnar minni bjartskygdar

Konjunkturbarometrið fellur, tí treystið er minni í mun til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá ymsu vinnubólkunum. Tað er serliga í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, at bjartskygnið minkar. Húsarhaldini vænta sær tó meira av framtíðini.

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum. Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið lækkar. Ávísin fyri byggivinnuna hækkar nógv, meðan ávísin fyri húsarhald hækkar eitt lítið vet.

[px-graph-1]

Spurnakanningar til brúkarar og fýra vinnubólkar eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær.

[px-graph-2]

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna og fíggjarstøðu teirra verða betri um eitt ár

Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar fyri januar er 0 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð í juni í 2022, tá vísitalið fyri brúkaravæntanirnar vísti -5. Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

[px-graph-3]

Ynskja at bíða við størri keypum 

Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru munandi færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2022, ið meta tað verða røttu løtuna. Vit skulu heilt aftur til tíðina undir fíggjarkreppuni fyri at síggja eitt eins lágt nettotal. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.

[px-graph-4]

Í brúkarakanningini siga húsarhaldini seg vænta, at arbeiðsloysið um eitt ár sammett við í dag verður størri. Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri brúkararnar. 

Gongdin í handilsvinnuni hevur verið góð, men útlitini eru verri 

Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum til kanningina seinast. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini tykjast meiri afturhaldin og møguliga bíða við størri keypum vegna stóra prísvøksturin seinasta árið, eru væntanirnar til søluna komandi árið falnar. Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið verða betri enn til undanfarnu tríggjar kanningarnar.

[px-graph-5]

Spurningar og fleiri grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

Størri treysti í byggivinnuni 

Nýggjasta kanningin vísir,  at ávísin fyri byggivinnuna veksur úr 12 í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop. Spurdu fyritøkurnar meta gongdina hava verið góða seinasta árið.

[px-graph-6]

Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 15 mánaðirnar, ið er hægri enn í sjey teimum seinastu kanningunum undan hesari. Somuleiðis eru bíleggingar í løtuni eisini fleiri. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

[px-graph-7]

Tilfeingis- og tænastuvinnur minni bjartskygdar 

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 24 til 8. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari, og bíleggingarnar eru færri. Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu tveimum kanningunum undan hesari.

[px-graph-8]

Hóast 2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum, og ferðafólkini vóru munandi fleiri í tali í 2022 enn undir koronufarsóttini, so meta fyritøkurnar eftirspurningin ikki verða eins stóran sum til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør.

Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Stutt um treystitalið

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.