Útflutningur av vørum
17. jun 2026
Toskaútflutningurin vaksin yvir 440 milliónir krónur

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,6 milliardir krónur, ella 14,3 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 537 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 9,4 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks við meira enn 22 túsund tonsum, ella 23,9 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 440 milliónir krónur, ella 40,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 16,5 prosentum.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki
Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, Miðeysturs, "Asia annars" og til "Afrika annars". Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 308 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri góðum 73 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við knøppum 1,3 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 330 milliónum krónum, og til Fraklands við 256 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður knappar 241 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 121 milliónum krónum.
[px-graph-4]
Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Bretland, Danmark, Russland, Kina og Niðurlond. Árligi útflutningurin til Kina er júst farin upp um eina milliard krónur. Útflutningurin vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fýrfaldaður frá umleið 20 til 80 milliónir krónur um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.
[px-graph-5]