Vinnubúskapur
17. Mai 2021
Úrslitið fyri allar vinnur lækkaði við 14% í 2018, men hækkaði við 15% í 2019

Rakstrarhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd fyri árini 2018 og 2019. Roknskapartølini vísa, at hóast eina afturgongd í úrslitinum frá 2017 til 2018 á 14%, so hækkaði úrslitið við 15% í 2019 frá 2,38 milliardum krónum í 2018 til 2,75 milliardir krónir í 2019. Hetta er tó eitt vet lægri enn samlaða úrslitið fyri allar vinnur í 2017, tá úrslitið lá um 2,77 milliardir krónur.

 

[px-graph-1]

Samlaða úrslitið í tilfeingisvinnum vaks frá 2018 til 2019 aftan á eina støðuga afturgongd síðani 2016. Hyggja vit longur aftur í tíð, so er úrslitið fyri allar tilfeingisvinnur hækkað nógv seinastu 10 árini – frá 2010 til 2019 er úrslitið hækkað frá 466 mió. kr. í 2010 til knappar 1,2 mia. kr.

[px-graph-2]

Afturgongdin frá 2016 til 2018 er serliga innan alivinnuna, har úrslitið lækkaði við 33% frá nærum 1,08 mia. kr. í 2016 til 726 mió. kr. í 2018. Tó er úrslitið fyri alivinnuna hækkað aftur við 17% til 846 mió. kr. í 2019.

[px-graph-3]

Innan framleiðsluvinnur er samlaða úrslitið eisini vaksið nógv seinastu árini. Í 2010 var samlaða úrslitið 225,6 mió. kr. og tað er vaksið við 500 mió. kr. til 725,2 mió. kr. í 2019. Størstu framgongdina innan framleiðsluvinnur seinastu 10 árini eigur byggivinnan. Í 2010 var samlaða úrslitið fyri byggivinnuna 61 mió. kr., meðan tað í 2019 var 190 mió. kr. Seinastu árini er úrslitið í byggivinnuni eisini vaksið nógv. Frá 2017 til 2018 er tað vaksið við nærum 50% við 137 mió. kr. í 2017 til 205 mió. kr. í 2018, ið tó er fallið við 7,3% í 2019 til 190 mió. kr.

Vøksturin seinastu 10 árini er eisini at síggja innan tænastuvinnur. Í 2010 var samlaða úrslitið fyri tænastuvinnur beint yvir 100 mió. kr, meðan tað í 2019 var knappar 842 mió. kr. Eisini her var ein lítil afturgongd frá 2017 til 2018, har úrslitið lækkaði við 8,8% frá 859 mió. kr. í 2017 til 783 mió. kr. Millum 2018 og 2019 hækkaði úrslitið fyri allar tænastuvinnur tó við 7,5% til 842 mió. kr. í 2019.

[px-graph-4]

Góðskumenning av nýggjari keldu – fíggjarstøðan fyri 2018 og 2019 er ikki við

Vinnubúskaparhagtølini, t.e. rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum, eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.

Roknskaparhagtølini eru grundaði á ársfrásagnir og skattaroknskapir, ið vanligar privatar fyritøkur á hvørjum ári lata Skráseting Føroya og Taks.

Á vári 2017 fingu fyritøkur, ið hava roknskaparskyldu, boð frá Taks og Skráseting Føroya um, at ársfrásøgn og skattaroknskapur skuldu, umframt vanliga innlating í pdf-sniði, eisini latast í talgildum XBRL-sniði.

Hagstova Føroya setti sær í 2019 fyri, at framleiðsla av tjóðarroknskapi og vinnubúskaparhagtølunum fyri 2018 skuldu taka støði í nýggju talgildu kelduni. Tá talan er um nýggja og ótroytta keldu er týðandi at tryggja góðskuna. Nógv orka er løgd í at koma runt í hesi umfatandi kelduni. Í tí arbeiðinum hevur Hagstova Føroya staðfest ymsar feilir í XBRL-upplýsingum, og tørvur hevur tí verið á at fáa rættað upplýsingar. Hetta er partvís gjørt við støði í samanberingum við pdf-útgávu fyri sama roknskap, umframt at broytingar eru gjørdar við støði í generellum reglum til rætting av nógvum roknskapum undir einum.

Í tilgongdini at framleiða tjóðarroknskap og vinnubúskaparhagtølin fyri 2018 og 2019 er Hagstova Føroya komin fram á feilir í roknskapartølum fyri bæði 2018 og 2019 í talgildu kelduni. Av tí at fleiri feilir, ið taka langa tíð og orku at rætta, eru at síggja í tølum um fíggjastøðu frá talgilda tilfarinum, so hevur Hagstova Føroya ikki mett góðskuna verandi nóg góða til at framleiða hagtøl burturúr. Í næstum verður fíggjastøðan úr roknskapartilfarinum fyri 2018 og 2019 sett inn manuelt, eins og undanfarin ár, áðrenn talgilda XBRL-sniðið var ein møguleiki. Fíggjarstøðan fyri 2018 og 2019 kemur tí væntandi út saman við vinnubúskaparhagtølunum fyri 2020, ið eisini verða innsett eins og undanfarin ár.

PX Web Graph News