Útflutningur av vørum
16. feb 2022
Útflutningurin av fiskavørum vaksin 1,5 milliardir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks 1,5 milliardir krónur í 2021 í mun til 2020. Hetta er ein 20% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 3%. Sostatt er útflutningurin methøgur.

Tað er vøkstur í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,2 milliardir krónur. Útflutningvirðið av upsa er minkað eitt lítið vet, ella 3,5%.

[px-graph-1]

Vøkstur í útflutninginum til Amerika

Amerikanski marknaðurin er lutfalsliga vaksin mest, har útflutningsvirðið er hækkað 50% í 2021. Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum.

[px-graph-2]

Fiskavøruútflutningur

Útflutta nøgdin av upsa er minkað við 12% niður í 9.556 tons, sum er tað lægsta nakrantíð. Hóast nøgdin av sild er minkað við 10,3% er útflutningsvirðið hækkað 14,2%.

[px-graph-4]

PX Web Graph News