Útflutningur av vørum
13. jul 2022
Útfluttu fyri 10,4 milliardir krónur av fiskavørum seinasta árið

Útflutningurin vaks 3 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2021 til mai 2022 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.

Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 19%. Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár.

Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur ella 94%.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai 2022. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip.

[px-graph-3]

PX Web Graph News