Livialdur
17. apr 2026
Væntaði livialdurin hækkar hjá kvinnum og monnum — men munurin minkar

Væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu fjøruti árini, bæði hjá kvinnum og monnum. Hjá monnum er livialdurin hækkaður eitt sindur meira enn hjá kvinnum, og tí er munurin spakuliga minkaður — serliga seinastu tíggju árini, har gongdin í væntaða livialdrinum hjá kvinnum ikki er broytt so nógv sum hjá monnum.

Væntaður livialdur, á enskum 'life expectancy', er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum. Tað er ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í veruleikanum fara at liva. Tølini fyri væntaða livialdurin sveiggja nógv og verða tí javngjørd fyri at fáa eina meira rættvísandi mynd av gongdini. Les meira um mátið niðast í greinini.

Kvinnur liva longri

Í nýggjastu uppgerðini er væntaði livialdurin frá lívsbyrjan 84,1 ár hjá kvinnum og 81,9 ár hjá monnum. Samanborið við seinastu uppgerð er livialdurin hækkaður eitt vet hjá bæði kvinnum og monnum. Hóast bæði kvinnur og menn kunnu vænta at liva longri enn í seinastu uppgerð, so er hetta ikki hægsti væntaði livialdur, sum er máldur. Í tíðarskeiðnum 2019/20 var væntaði livialdurin hjá kvinnum máldur til 85,5 ár, og árið eftir var væntaði livialdurin hjá monnum máldur til 82,3 ár. Tó vísa javngjørdu tølini, at gongdin enn er vaksandi. 

[px-graph-2]

Munurin minkar framvegis

Seinastu 40 árini er munurin millum javngjørda væntaða livialdurin hjá kvinnum og monnum minkaður munandi — úr 7,3 árum í 1985/86 niður í 3,0 ár í 2024/25. Orsøkin er, at gongdin í væntaða livialdrinum yvirskipað hevur verið eitt sindur meir vaksandi hjá monnum enn hjá kvinnum. Men munurin er serliga minkaður seinastu tíggju til fimtan árini, har gongdin í væntaða livialdrinum hjá kvinnum er broytt væl minni enn gongdin hjá monnum. 

Eftirverandi liviár frá 65 árum

Tá vit hyggja eftir væntaðum livialdri frá einum ávísum aldri — og ikki frá lívsbyrjan — so sær væntaði livialdurin øðrvísi út. Til dømis vóru eftirverandi liviár frá 65 árum máld til 22,0 ár hjá kvinnum og 20,2 ár hjá monnum í nýggjastu uppgerðini. Tað gevur kvinnum ein samlaðan væntaðan livialdur á 87,0 ár og monnum ein samlaðan væntaðan livialdur á 85,2 ár. Tey kunnu tí vænta at liva ávikavist 2,9 ár og 3,3 ár longri enn tey kunnu vænta at liva frá lívsbyrjan. Orsøkin er tann, at tey longu hava yvirlivað vandarnar, sum kunnu vera í yngri árum. Av hesari orsøk leggjast nøkur ár aftur at tí livialdri, sum annars er fyri ein yngri persón. 

[px-graph-7]

Væntaði livialdurin longdur munandi seinastu 40 árini

Lutfalsliga broytingin í væntaða livialdrinum seinastu 40 árini hevur verið stór, serliga hjá monnum. Javngjørdu tølini vísa, at hjá monnum um eru tíggju ár, ella 14 prosent, løgd afturat, meðan næstan seks ár, ella góð sjey prosent, eru løgd afturat hjá kvinnum.

Somuleiðis hevur gongdin í eftirverandi liviárum frá 65 árum verið vaksandi — hjá kvinnum við fýra árum, ella nærum 23 prosentum, hjá monnum við nærum seks árum, sum svarar til nærum 41 prosent. Hjá monnum hevur økingin í væntaða livialdrinum frá 65 árum verið støðug seinastu fjøruti árini, meðan økingin hjá kvinnum stegðaði á fyri á leið tíggju árum síðani. 

Myndin niðanfyri vísir prosentvísu broytingina í væntaðum livialdrum hjá monnum og kvinnum samanborið við grundtíðarskeiðið, ið her er sett til 1985/86. 

[px-graph-8]

Væntaður livialdur

Væntaður livialdur, á enskum 'life expectancy', er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum. Væntaði livialdurin vísir, hvussu leingi fólk livdu í uppgerðarárinum. Tað er ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í veruleikanum fara at liva.

Tað mest vanliga er at upplýsa væntaða livialdurin fyri 0 ára gomul, tvs. tey sum eru fødd í uppgerðarárinum, og hvussu leingi tey í miðal kunnu roknast at fara at liva. Væntaði livialdurin fyri 65-ára gomul er talið av árum, sum tey í miðal hava eftir at liva.  

Útrokningarhátturin er grundaður á talið á livaðum døgum í Føroyum millum tveir føðingardagar, og tí spennir tíðarskeiðið yvir 2 kalendaraár 1985/1986, 1986/87 o.s.fr.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Væntaði livialdurin verður tí javngjørdur fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av gongdini. Tað, at tølini eru javngjørd merkir, at tey roknaðu tølini eru javnaði, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngerðin er gjørd við LOWESS-mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).

PX Web Graph News