Útflutningur av vørum
18. mar 2026
Virðið á útfluttum toski vaksið góðar 474 milliónir krónur

Samlað varð útflutt fyri 13,6 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá februar 2025 til januar 2026. Tað er ein góð milliard krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 1,2 milliardir krónur, ella 8,5 prosent. Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks 174 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 2,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks 25,1 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað nærum 18 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 474 milliónir krónur, ella 48 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 12 prosentum. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið góð 32 prosent.

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, Miðeysturs og til "Afrika annars". Størsti vøksturin til afrikanska marknaðin er til Nigeria, ið stendur fyri nærum 65 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur Ísrael fyri góðum 53 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við yvir 1,1 milliard krónum. Harav er útflutningurin til Niðurlond vaksin við 298 milliónum krónum, og til Fraklands við 179 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður knappar 227 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 85 milliónum krónum og útflutningurin til bæði Noreg og Ukraina er minkaður við 67 milliónum krónum.

[px-graph-4]

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Danmark, Spania, Bretland, Niðurlond og Russland. Útflutningurin til USA var í hæddini á heysti í 2023, tá tað varð útflutt fyri umleið 150 milliónir krónur um mánaðin. Nú liggur mánaðarligi útflutningurin til USA á góðum 130 milliónum krónum. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.  

[px-graph-5]

PX Web Graph News