Útflutningur av vørum
17. des 2025
Virðið á útfluttum toski vaksið meira enn 266 milliónir krónur

Samlað varð útflutt fyri 13,2 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá november 2024 til oktober 2025. Tað eru góðar 750 milliónir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin 790 milliónir krónur, ella nærum 7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi er samanlagt minkaður við 579 milliónum krónum. 

Útflutningsvirðið á laksi minkaði 185,4 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Samanborið við seinasta 12-mánaðarskeiðið minkaði samlaða útflutningsvirðið við 3,1 prosentum, meðan nøgdin vaks 13,2 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað 14 prosent.

Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 857,3 milliónir krónur, ella 78,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við nærum 39 prosentum. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið við nærum 38 prosentum.

 

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES og til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til ES er vaksin 753 milliónir krónur. Harav er útflutninginum til Niðurlond vaksin við 280 milliónum krónum, og til Póllands við 275 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður góðar 284 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin við 181 milliónum krónum, og útflutningurin til Bretlands er minkaður við 246 milliónum krónum. Útflutningurin til "Afrika annars" er vaksin 69,1 milliónir krónur, serliga til Nigeria.

[px-graph-4]

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Danmark, Bretland, Spania, Russland og Niðurlond. Vend er komin í útflutningin til Russlands sum minkaði nógv, tá laksaútflutningurin til Russlands steðgaði í 2022, men gongdin er nú vaksandi, og útfluttu vit fyri 114,2 milliónir krónur til Russlands í oktober í ár. Útflutningurin til USA var í hæddini á heysti í 2023. Síðani hevur gongdin verið minkandi. Tó so var útflutningurin til USA 138,9 milliónir krónur í oktober 2025 samanborið við 135,1 millión krónur í oktober 2024, ið er knappur 3 prosent vøkstur.

[px-graph-5]

PX Web Graph News