Innflutningur av vørum
16. jan 2026
Vit innflyta fyri næstan 11 milliardir krónur

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2024 til november 2025. Tað eru góðar 700 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan brennievni og ídnaðarvørur, vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 137 milliónir krónur, ella 5,6 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 261 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.

[px-graph-1]

Innflutningur skiftur á lond

Meira er innflutt úr øllum heimspørtum. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 187 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við 162 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við 163,5 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur.

[px-graph-2]

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lágum støði hesi seinastu tvey árini, hevur innflutningsvirðið verið høgt síðan summarið 2025. Innflutningurin úr ES er hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 500 milliónir krónur um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flesu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið av vørubólki 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" vaksin yvir 186 milliónir krónur og vørubólkur 5.9 "Kemisk evni" er vaksin við góðum 60 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 Tógv, vevnaður og klædnavørur, har innflutningurin av tilfari til trol og nótir er minkaður nógv. 

 

[px-graph-4]

PX Web Graph News