Løntakarar

Tænastuvinna

Tænastuvinna fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, Mentan, Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Hvat er ein løntakari?

  • Løntakarar er talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina.
  • At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
  • Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánað fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku.
  • Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Orðalýsingar:

  • Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
  • Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

Sí eisini síðurnar Lønargjaldingar í tænastuvinnuni og Løntakarar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um: Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað, Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um: Skipasmiðjur og smiðjur, Annan ídnað, Bygging, Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um: Almenna fyrisiting v.m. (Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing, Heilsu- og almannaverk)

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturúr?

Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí verða teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann, hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki, í uppgjørda mánaðinum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur