Lønargjaldingar

Tænastuvinna

Tænastuvinna fevnir um Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a., Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, undirvísing umframt Heilsu- og almannaverk.

Hvat er løn?

  • Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Sostatt telja útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum ikki við her.
  • Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.
  • Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, uttan mun til um lønarmóttakarin býr í Føroyum ella uttanlands.

Orðalýsingar:

  • Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønargjaldingunum.

Sí eisini síðurnar Løntakarar í tænastuvinnuni og Lønargjaldingar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um: Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað, Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um: Skipasmiðjur og smiðjur, Annan ídnað, Bygging, Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um: Almenna fyrisiting v.m. (Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing, Heilsu- og almannaverk)

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri