BTÚ og høvuðstøl

Tjóðarroknskapurin verður gjørdur upp í ársins prísum og í føstum prísum. Eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum er bruttotjóðarúrtøkan, stytt BTÚ.

BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.

BTÚ í ársins prísum

BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum. Hesir prísir verða eisini kallaðir marknaðarprísir.

Bruttovirðisøkingin (BVØ) er BTÚ í støðisprísum og verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann BVØ eisini gerast upp sum BTÚ í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.

Bruttofaktorinntøkan (BFI) er BTÚ í faktorprísum og verður gjørd upp sum BVØ minus aðrar framleiðsluskattir netto. Tað er tann parturin av framleiddu virðisøkingini, sum verður nýttur til at løna framleiðslufaktorunum, løn til løntakarar (inn- og útlendskar) og rakstraravlop til innlendskar stovnsligar eindir.

BTÚ í føstum prísum realur búskaparvøkstur

BTÚ og BVØ kann eisini gerast upp í føstum prísum fyri at lýsa mongdarbroytingar. Tá er prísvøkstur drigin frá.

Gongdin í BTÚ í føstum prísum er mát fyri búskaparliga realvøksturin.

Tjóðarroknskapurin í føstum prísum er framleiddur eftir leinkjaðum 2010-prísum.

Keldan til BTÚ og høvuðstøl

Keldan til at gera upp framleiðsluvirðið eru alskyns tøl úr øllum samfelagnum. Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. 

Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í einum handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum, eisini kallað bruttovinningur. 

Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.

Hesi tølini úr øllum samfelagnum verða sett saman til eitt stórt roknistykki, ið gevur okkum bestu myndina av búskaparligu støðuni eitt ávíst tíðarskeið, umframt broytingar í ymsu mátunum frá einum tiðarskeiði til eitt annað. Millum annað lýsa høvuðstølini, nær vit hava havt búskaparliga kreppu, og nær tað gongur væl. 

Høvuðskeldan til uppgerð av BTÚ í Føroyum eru roknskapir, ið lýsa eitt farið tíðarskeið. Tískil lýsa hesi tølini ikki búskaparstøðuna her og nú, men við støði í teimum givnu uppgerðunum og brúki av ymsum øðrum hagtølum, ið eru dagførd skjótari, og sum ikki eru beinleiðis partur av vanligu uppgerðini kunnu greiningar gerast av búskaparstøðuni.

Tjóðarroknskapurin kann millum annað lesast eftir Vinnugrein og Geira.

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi í ávísa árinum, uppgerðin fevnir um.
  • Bruttorakstraravlop er BVØ, tá ið løn og atknýtt gjøld, umframt aðrir framleiðsluskattir (netto) eru drigin frá.
  • EA eru tey 20 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA20, 2023)
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, juni 2020)
  • Faktorprísir eru støðisprísir uttan annan framleiðsluskatt (t.d. vegskatt og ognarskatt) og við øðrum framleiðslustudningi. Virðisøking í faktorprísum er virðið, sum er at luta millum løn og rakstraravlop. 
  • Fastir prísir er mát fyri virði, ið er mátað í mun til tað prísstøðið, sum var í einum ávísum støðisári. Fastir prísir nýtast til at lýsa mongdarbroytingar.
  • Framleiðslufaktorar eru til dømis arbeiðsmegi, framleiðslu- og veiðitól og tilfeingi.
  • Marknaðarprísur er tann prísurin, sum vøran ella tænastan í roynd og veru verður seld fyri, tá vinnu- og innflutningsskattir eru roknaðir uppí, men ikki studningur.
  • Realur búskaparvøkstur er árlig broyting í BTÚ gjørt upp í føstum prísum. Tá er prísvøksturin drigin frá.
  • Leinkjað virði er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnar í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisári leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.
  • Stovnsligar eindir eru eindir, ið verða flokkaðar saman í geirar eftir, um tær hava eins búskaparliga atferð. Hetta verður avgjørt eftir framleiðsluslag, høvuðsvirksemi, høvuðsuppgávu og fígging. Høvuðsgeirarnir eru ikki-fíggarlig feløg, fíggjarlig feløg, almenn fyrisiting og tænasta, húsarhald, felagsskapir og umheimurin. 
  • Støðisprísir eru marknaðarprísir uttan vøruskattir, men við vørustudningi. Støðisprísurin er virðið, sum verður tillutað framleiðaranum. 
  • Virðisøking er framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Fastir 2010-prísir, leinkjaði virði
Viðm.: Fastir 2010-prísir, leinkjaði virði