Fátækraváði

Suðurstreymoyar øki

Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fækst nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 

Fátækraváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.

Orðalýsingar:

  • Fátækraváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avger, um ein persónur er í fátækraváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækraváðamarkinum, eru í fátækraváða. Fyri at skilja fátækraváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøka (median), sum avger fátækraváðamarkið.
  • Fátækragloppið er roknað sum lutvísi munurin ímillum miðinntøkuna hjá teimum undir fátækraváðamarkinum og sjálvt fátækraváðamarkið. Fátækragloppið sigur okkum tí, hvussu langt undir fátækraváðamarkinum inntøkan hjá teimum í fátækraváða í miðal er.
  • Javnvirðisinntøka er ein umroknað inntøka hjá hvørjum einstøkum við atliti at vaksnum og børnum í húskinum. Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.
    Javnvirðisinntøkan verður roknað, tí inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. orku, hvítvørur, o.s.fr.).
  • Inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Samlað inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, áðrenn skattur og onnur lógarkravd gjøld eru drigin frá.
  • Tøk inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, eftir skatt og onnur lógarkravd gjøld.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
  • Miðalinntøka er roknað sum eitt vanligt miðal.
  • Húskini eru persónar sum pr. 31. desember í árinum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Fólk á stovni ella á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um fulla populatión. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.

Sí eisini Fátækraváði.

Viðmerking:

Orsøkin til at inntøkutølini eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið. 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Fátækraváðamark 60%
Viðm.: Fátækraváðamark 60%
Viðm.: Fátækraváðamark 60%
Viðm.: Fátækraváðamark 60%
Viðm.: Fátækraváðamark 60%
Viðm.: Fátækraváðamark 60%