Inntøkubýti

Inntøkubýtið lýsir, hvussu inntøkurnar í Føroyum eru býttar millum persónar eftir kyni, aldri, húskisslagi og bústaðarøki. Inntøkubýtið lýsir ikki einans javnan ella ójavnan, men eisini at persónar hava skiftandi inntøku, alt eftir hvar teir eru á lívsskeið síni. Fólk undir útbúgving hava vanliga eina lutfalsliga lága inntøku, ið veksur eftir loknan lesnað, og so líðandi sum arbeiðsroyndirnar gerast fleiri. Harumframt verður inntøkubýtið eisini ávirkað av, at persónar velja inntøku frá og arbeiða parttíð.

Orðalýsingar:

Sí eisini Samlaða inntøka, Tøk inntøka, Javnvirðisinntøka og Fátækaváði.

Viðmerking:

Orsøkin til at inntøkutølini eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið. 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri