Løn (A-skattað)
16. sep 2025
13,4 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,8 prosent

Góðar 855 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 157 milliónir ella 50 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist við 134 og 121 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á yvir 7 prosent hvør.
[px-graph-5]
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
[px-graph-2]
Av vøkstrinum á 855 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir áttu helmingin av vøkstrinum við sløkum 440 mió. kr, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu sama lutfalsliga vøkstur við 7,6 prosentum og 248 mió. kr.
[px-graph-3]
Miðallønin hjá kvinnum 11.000 krónur lægri
Í august var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.352 krónur. Hetta eru 3,8 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í august fingu kvinnur 28.602 krónur í miðal, sum er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.722 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 3,5 prosentum hjá monnum og 4,5 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan 13,7 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,9 prosentum. Løntakarar búsitandi uttanlands eru ikki á kortinum. Hjá teimum er útgoldna lønin minkað við næstan hálvum prosenti.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"