Starvsfólk
19. mar 2026
29.900 starvsfólk í februar — 370 fleiri enn í fjør

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í februar vóru 29.859 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 369 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Tey vóru gott og væl 15.200 menn og 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum í februar. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru gott 200 fleiri. Kvinnurnar vóru knapt 170 fleiri.
[px-graph-2]
Sjey prosent hava ikki bústaðartilknýti
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Í februar vóru 2.137 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta er gott sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru tey 134 fólk ella 6,7 prosent fleiri í ár.
[px-graph-4]
Størsti bólkur av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og seinastu fýra árini er teirra partur vaksin úr 20 til 40 prosent fyri starvsfólk uttan bústaðartilknýti.
[px-graph-5]
Bæði mannlig og kvinnulig starvsfólk uttan bústaðartilknýti koma flest úr Asia, sum tilsamans eru tey 833. Av hesum er býtið 57 prosent menn og 43 prosent kvinnur. Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har menn eru tríggjar ferðir fleiri enn kvinnur.
[px-graph-5]
Knapt triði hvør uttan bústaðartilknýti arbeiðir í Framleiðsluvinnu
Vinnugreinin við flest starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey vóru 640 starvsfólk í februar, sum er knapt 30 prosent. Útgreinað sæst, at flestu av hesum, tríggir fjórðingar, arbeiddu í "Matvøruframleiðslu", og 250 av hesum við "Virking av botnfiski". Gott triði hvør, sum arbeiðir við virking av botnfiski er starvsfólk uttan bústaðartilknýti.
Í tali av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er næststørsta vinnugreinin "Gisting og matstovuvinna" við 250 starvsfólkum og hareftir "Heil- og smásøla; umvæling av akførum" við 240 starvsfólkum og "Byggivinna" við 230 starvsfólkum. Í byggivinnuni vóru tey 40 færri starvsfólk uttan bústaðartilknýti samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-6]
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil) eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Sí meira um bústaðartilknýti á temasíðuni.
- Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best.