Starvsfólk
20. Mai 2026
30.419 starvsfólk í apríl — 380 fleiri enn árið fyri

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í apríl vóru 30.419 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 382 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn apríl árið fyri.
[px-graph-1]
Í apríl vóru góðir 15.500 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 230, ella 1,5 prosent, fleiri menn og 150, ella 1 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.
[px-graph-2]
Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða alsamt fleiri
Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør.
[px-graph-4]
Gongdirnar niðanfyri vísa, at bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini eru kvinnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, hava kvinnur harafturímóti havt eina lítla negativa gongd.
Hjá monnum er myndin øðrvísi. Gongdin á grafinum vísir, at menn, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini, tó er vøksturin minni enn hann var áðrenn 2020. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er rættiliga støðugt yvir tíð.
[px-graph-4]
Talið serliga vaksið í 'Flutnings- og goymsluvinnuni'
Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru 'Heilsu- og almannaverk' og 'Almenn umsiting og verja', sum báðar eisini høvdu ein vøkstur í starvsfólkaskara samanborið við apríl árið fyri. Størsti vøkstur í tali samanborið við sama mánað í fjør var í 'Flutnings- og goymsluvinnuni' við 115 persónum.
Í nøkrum vinnugreinum er talið hinvegin minkað tá samanborið er við apríl í fjør. Í 'Landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu' er talið minkað við 122 starvsfólkum, hetta skyldast serliga eina minking í uppsjóvarveiðu og aling. Aðrar vinnugreinar, har talið er minkað eru 'Gisting- og matstovuvinna', 'Byggivinna' og 'Fígging og trygging'.
[px-graph-3]
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil) eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar.
- Undir privatum ræði fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- Undir almennum ræði fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"