Starvsfólk
20. apr 2026
30.513 starvsfólk í mars — 670 fleiri enn árið fyri

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfráviki og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í mars vóru 30.513 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 674 starvsfólk, ella 2,6 prosent, fleiri enn í sama mánað árið fyri.
[px-graph-1]
Í mars vóru slakir 15.650 menn og 14.870 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 442, ella 2,9 prosent, fleiri menn og 232, ella 1,6 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.
[px-graph-2]
Kynsbýtið av starvsfólkum í mars var sostatt 48,7 prosent kvinnur og 51,3 prosent menn.
[px-graph-3]
Fjórði hvør maður arbeiðir hjá tí almenna
Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvsfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør.
[px-graph-4]
Níggju av tíggju í 'Heilsu- og almannaverki' eru kvinnur
Sum nevnt arbeiða næstan tvær av trimum kvinnum í almenna geiranum, hetta sæst aftur í vinnugreinabýtinum. Vinnugreinin, sum hevur størsta lutfall av kvinnum er 'Heilsu- og almannaverk' har 87,6 prosent eru kvinnur. Aðrar vinnugreinar, har parturin av kvinnum er stórur, eru 'Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar' og 'Undirvísing'.
Størsta kynsbýtið er tó í vinnugreinini 'Byggivinna', har 91,7 prosent eru menn. Parturin av monnum er eisini serliga stórur í vinnugreinunum 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða' og 'Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð'.
Vinnugreinin við javnasta kynsbýtinum er 'Heil- og smásøla; umvæling av akførum', har 51 prosent av starvsfólkunum eru kvinnur og 49 prosent eru menn.
[px-graph-5]
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil) eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar.
- Undir privatum ræði fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- Undir almennum ræði fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"