Gransking og menning
13. okt 2025
336 milliónir krónur til gransking og menning í 2024

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning svaraðu til 1,2 prosent av BTÚ í 2024, ella 336 milliónir krónur. Hetta er ein lækking á 31 milliónir krónur í mun til árið fyri.

Hagstova Føroya kunnger hagtøl um gransking og menning á royndarstigi í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og eru altjóða sambærlig. Smærri rættingar eru framdar í bruttotjóðarúrtøkini fyri 2022 og 2023, ið ávirka íløgurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ, ið fyrr er miðlað.

1,2 prosent av BTÚ

Útreiðslurnar til gransking og menning sum prosent partur av BTÚ er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning. 

Í 2024 er granskað og ment fyri 336 milliónir krónur, sum er 1,2 prosent av BTÚ, í Føroyum.  Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri, tá granskað og ment varð fyri 1,3 prosent av BTÚ. BTÚ er vaksið 2,9 prosent í ársins prísum sama tíðarskeið, sum eisini hevur ávirkan á gongdina.

[px-graph-4]

Fyrsta Norðurland at kunngera hagtøl fyri 2024 

Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger hagtøl um gransking og menning fyri 2024. Enn eru tí ongi hagtøl fyri 2024 at samanbera granskingar- og menningarvirksemið við. Í 2022 og 2023 vóru føroysku útreiðslurnar til gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst av øllum Norðurlondum. 

Útreiðslurnar, sum partur av BTÚ, í Føroyum fyri 2024 kunnu her síggjast í mun til árini 2022 og 2023 samanborið við onnur lond.

Lækking á 31 milliónir krónur

Samlað eru útreiðslurnar í gransking og menning minkaðar við 31 milliónum krónum í 2024 í mun til 2023, sum er ein lækkin á 8 prosent. Lækkingin sæst serliga í íløgunum í maskinum og aðrari útgerð hjá vinnufeløgum.

Vinnufeløg størsti geiri innan gransking og menning 

Hóast útreiðslurnar til gransking og menning minkaðu við 17 prosentum hjá vinnufeløgum í Føroyum, er tað tó enn geirin við hægstu íløgum.

Útreiðslurnar hjá almenna geiranum og hægri útbúgvingarstovnum vuksu samanlagt við 10 prosentum, sum svarar til 12 milliónir krónur.

[px-graph-3] 

Árlig sveiggj eru at vænta í útreiðslunum til gransking og menning, tí virksemið er myndað av fáum stovnum og fyritøkum í tí føroyska samfelagnum, ofta í áramálssettum verkætlanum.

Framleiðsluvinnan størstu afturgongd 

Tá hugt verður eftir stovnum og fyritøkum býtt út á vinnugreinar, er størsta afturgongdin í íløgum innan framleiðsluvinnuna. Lækkingin var 20 milliónir krónur, 57 prosent lægri enn í 2023. Stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni hava, eins og í 2023, størstu íløgur í gransking og menning í 2024.

Tænastuvinnan fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Tilfeingisvinnan fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinnan fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.

[px-graph-3]

261 ársverk granska og menna

Tað vóru tilsamans 261 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2024. Eitt ársverk er roknað sum arbeiðsorkan hjá einum fulltíðarstarvi í eitt ár. Kynsbýtið av granskarum er 49 prosent kvinnur og 51 prosent menn.

Menn eru í 82 prosent av teknisku størvunum, meðan umleið eins nógvar kvinnur og menn eru vísindalig hjálparfólk.

[px-graph-4]

Allýsingar

Gransking og menning
Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:
1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.
2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi.
3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.
4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.
5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.

GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD – serliga GERD, sum %-partur av BTÚ – er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning.

GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging.

Einans gransking og menning, ið er framd innanveggja (en: intramural), tað vil siga av eindini sjálvari er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verður tryggjað, at onki verður talt tvær ferðir.

% av BTÚ: Útreiðslur til G&M sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum.

BTÚ er mát fyri samlaða virði av øllum vørum og tænastum, sum verða framleiddar í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.

BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum. 

PX Web Graph News