Arbeiðsloysi
26. Mai 2026
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í apríl

Í apríl var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í apríl vóru 335 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 60 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í apríl vóru tað 286 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 47 færri enn í apríl í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið minni hjá kvinnum
Í apríl vóru 118 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 98, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri.
Av monnum vóru 217 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 188, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein minking á 0,1 prosentstig í mun til árið fyri.
[px-graph-3]
Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í apríl var arbeiðsloysið minst í Vága øki við 0,5 prosentum, sum er 0,5 prosentstig minni enn í sama mánað árið fyri. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,6 prosentum, sum tó er 1 prosentstig lægri samanborið við apríl í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minkað í yngsta aldursbólkinum
Størsta arbeiðsloysið í apríl var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum, sum er ein minking á 0,2 prosetstig samanborið við sama mánað árið fyri. Størsta minking var í yngsta aldursbólkinum við 0,4 prosentstigum, sum nú hevur minsta arbeiðsloysið við 0,6 prosentum.
[px-graph-5]
Áttandi hvør hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 34 prosent, av teimum arbeiðsleysu í apríl høvdu verið arbeiðsleys millum 3 til 6 mánaðar.
Í apríl vóru 45 persónar ella 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Talið av langtíðararbeiðsleysum er støðugt yvir tíð.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.