
Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2021 til og við 2023 og 2024 er uppgjørt fyri fyrstu ferð. Harumframt eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið minni góð í 2024 í mun til 2023. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn einari milliard krónum. Í 2021 høvdu vinnurnar úrslit á 2,8 milliardir krónur, í 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 milliardir krónur, men í 2024 minkaði úrslitið samlað fyri allar vinnur niður á 3,4 milliardir krónur.
[px-graph-1]
Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting væl betri úrslit
Í bólkinum ‘Landbúnaður, fiskiveiða og aling’ var úrslitið 1,2 milliardir krónur, ið er ein minking annað árið á rað og útvið 22 prosent lægri enn úrslitið fyri hendan bólkin í 2023. Í ‘Framleiðsluvinnu’ var úrslitið 643 milliónir krónur, ið er ein lækking á 35 prosent, meðan í bólkinum 'Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting' var úrslitið 157 milliónir krónur, ið er ein hækking á 72 prosent í mun til 2023, tá úrslitið lá á 91 milliónum krónum.
[px-graph-2]
Úrslitið innan uppsjóvarveiðu lækkað 34 prosent
Í bólkinum ‘Landbúnaður, fiskiveiða og aling’ eru hægstu úrslitini í ávikavist ‘Aling’ og 'Uppsjóvarveiðu'. Innan ‘Aling’ var úrslitið 784 milliónir krónur í 2024, ið er 18 prosent lægri enn í 2023. Í 'Uppsjóvarveiðu' var úrslitið 389 milliónir krónur, ið er 34 prosent lægri enn í 2023, tá úrslitið var 583 milliónir krónur.
[px-graph-3]
Úrslitið í framleiðsluvinnuni lækkað við 35 prosent
í 2024 var úrslitið í ‘Framleiðsluvinnu’ 643 milliónir krónur, ið er 35 prosent lægri enn úrslitið fyri 2023.
[px-graph-4]
Her er tað serliga undir vinnugreinabólkinum 'Matvøruframleiðsla' í vinnugreinini 'Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum', at úrslitið er høgt, men lækkað nógv síðani 2023. Úrslitið hækkaði úr 508 milliónum krónum í 2022 til 802 milliónir krónur í 2023, men er so lækkað til 535 milliónir krónur í 2024. Vinnugreinin 'Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum' fevnir um vinnugreinarnar 'Virking av botnfiski', 'Virking av uppsjóvarfiski' ,Virking av laksi og síli', 'Virking av krabbadýrum, lindýrum og øðrum fiski' og 'Fiskamjøls- og slógvvirki'.
[px-graph-5]
Úrslitið í ‘Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting’ hækkað nógv
Í 2024 var úrslitið í 'Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting' 157 milliónir krónur, ið er ein hækking á 72 prosent í mun til 2023.
[px-graph-6]
Her er tað serliga í vinnugreinabólkinum 'Virksemi í høvuðssæti hjá felagi; fyritøkuráðgeving', at úrslitið er hækkað nógv frá 17 milliónum krónum í 2023 til slakar 71 milliónir krónur í 2024. Úrslitið í 'Arkitektonist og verkfrøðiligt virksemi; tøkniligar royndir og kanningar' hækkaði úr 25 milliónum krónum í 2023 til 37 milliónir krónur í 2024.
[px-graph-7]
Úrslitið í byggivinnuni hægri enn nakrantíð fyrr
Síðani 2021 er úrslitið í 'Byggivinnuni' hækkað hvørt ár og var í 2024 á sløkum 262 milliónum krónum, ið er hægsta úrslitið nakrantíð.
[px-graph-8]
Fyri 'Húsasmíð, bæði bústaðar- og vinnubygningar' er úrslitið vaksið við 41 prosentum frá 72 milliónum krónum í 2023 til 102 milliónir krónur í 2024. Úrslitið í 'El-, rør- og annað innleggingarvirksemi' er hækkað frá 60 milliónum krónum til 72 milliónir krónur.
[px-graph-9]
Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.
Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í ársúrslitunum, ið eru greinaði omanfyri.
Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða - NACE 1. stig, Bólkar
A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir
A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar
A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Botnfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining
Geirin 'Ikki-fíggjarlig feløg'
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum 'Ikki-fíggjarlig feløg', tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.
Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran 'Ikki-fíggjarlig feløg':
- 'K Fígging og trygging', ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.
- 'O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar'
- 'T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu'
- 'U Virksemi hjá altjóða felagskapum'