Fødd
10. apr 2026
Føðitíttleikin hækkaður tvey ár upp í slag — er nú aftur á 2,1

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann lækkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum.
Tvey tey síðstu árini eru føðitíttleikin hækkaður — fyrst upp á 1,91 børn í 2024 og í 2025 upp á 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Gongdin í føðitíttleikanum sæst í myndini niðanfyri.
[px-graph-1]
Fleiri børn fødd
Føðitíttleikin er grundaður á tal av føddum børn í mun til talið av kvinnum í burðarførum aldri frá 15 til 49 ár. Vøksturin í samlaða føðitíttleikanum frá 2024 til 2025 kemur serliga av, at fleiri børn vóru fødd, tí talið av kvinnum í burðarførum aldri er ikki broyttur stórvegis.
[px-graph-2]
Aldurstreytaði føðitíttleikin
Samlaði føðitíttleikin er samansettur av føðitíttleikunum í teimum einstøku aldursbólkunum hjá kvinnum millum 15 og 49 ár. Hetta verður nevnt aldurstreytaði føðitíttleikin.
Stabbamyndin niðanfyri vísir, hvussu aldurstreytaðu føðitíttleikarnir í 5 ára aldursbólkum eru broyttir seinastu árini. Har sæst, at føðitíttleikin fyri 2025 hækkaði í fleiri aldursbólkum, serliga millum kvinnur í aldrinum 20 til 24 ár.
Aldurstreytaðu føðitíttleikarnir hjá kvinnum yngri enn 30 ár eru nógv lækkaðir samanborið við 1970 og 1980 árini. Til dømis er føðitíttleikin hjá kvinnum í aldursbólkinum 20 til 24 ár støðugt lækkaður niður í ein fjórðing síðan 1970.
Hinvegin eru føðitíttleikarnir hjá kvinnum eldri enn 30 ár hækkaðir nakað. Tað sæst aftur í miðalmóðuraldrinum, sum er hækkaður úr umleið 27 árum í 1985 í góð 31 ár í 2025.
[px-graph-3]
Størsti vøkstur millum kvinnur, sum áttu fyrsta barnið
Tað vóru 642 børn fødd í 2025. Tað eru 50 fleiri børn enn í 2024. Vøksturin av føddum børnum var serliga millum kvinnur, sum áttu fyrsta barnið. Ein góður triðingur av børnunum í 2025 vóru fyrsta barn, og somuleiðis ein triðingur var annað barn. Í 2024 vóru 29 prosent av børnunum fyrsta barn, meðan 37 prosent vóru annað barn.
Sí meira í myndini niðanfyri.
Samanlagdur føðitíttleiki er talið av børnum í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri 15-49 ár. Samanlagdi føðitíttleikin verður roknaður sum talið av børnum, sum 1.000 kvinnur høvdu borið í heim í sínum lívi, um tær í øllum sínum barnburðaraldri føða sama tal av børnum sum aldursføðitíttleikin fyri árið sigur, og eingin teirra doyr fyri 50-ára dagin.
Sambært íbúgvafrøðini so er ein miðal føðitíttleiki á 2,1 børn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt varandi ættarlið av kvinnum í burðarførum aldri skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir sær. Umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið av gentum nakað minni enn talið av dreingjum. Harafturat eru nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur.
Hetta merkir, at er føðitíttleikin niðan fyri 2,1, so minka ættarliðini av kvinnum í burðarførum aldri og harvið talið av børnum í uppvaksandi ættarliðum – og harvið fólkatalið. Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er tilflyting av fólki uttanífrá, sum kann økja um talið av kvinnum í burðarførum aldri.