16. mar 2026
Føroyar missa fimta hvønn, Ísland tíggjunda hvønn og Áland fjórða hvønn

Í Føroyum flytur fimti hvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur. Í Íslandi er tað tíggjundi hvør. Nýggj samstarvsuppgerð vísir, at í Álandi er tað fjórði hvør. Ein av stóru mununum landanna millum er, hvussu mong ung eru burtur, tá tey eru í tjúgunum.

Hagstova Føroya hevur áður kunngjørt hagtøl um búfesti, bæði fyri Føroyar og fyri Ísland. Nú hevur Hagstova Føroya samstarvað við álendsku hagstovuna, Ålands statistik- och utredningsbyrå, fyri at gera upp búfestið í Álandi, so at til ber at samanbera føroyska, íslendska og álendska búfestið.

Álendska búfestið er líkt tí føroyska

Meðan gongdin í búfestinum í Føroyum og Íslandi er ymisk, so minnir búfestið í Álandi um tað føroyska.

Í Føroyum hevur tað tvørtur um føðiárgangir verið á leið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum. Umleið helvtin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum.

Nýggju úrslitini fyri búfestið í Álandi vísa, at flytimynstrið á Álandi minnir um tað føroyska. Á leið tveir triðingar av hvørjum árgangi í Álandi flyta uttanlands at búgva, tá tey eru í tjúgunum. Umleið ein triðingur er fluttur aftur til Álands, tá tey eru í tretivunum. Í Álandi eru flest burtur í fyrru helvt av tjúgunum — eitt sindur fyrr enn í Føroyum. Tað er sostatt fjórði hvør í hvørjum árgangi, sum ikki longur býr í Álandi í tretivunum — eitt sindur fleiri enn í Føroyum, har tað er fimti hvør.

Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúguárunum eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva. Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum. Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva. Endurflytingin er tí munandi størri í Føroyum og í Álandi enn í Íslandi.

Sí búfestið fyri árgangirnar 1982 og 1985 niðanfyri. Dátugrundarlagið í londunum eru ymiskt, men júst hesar føðiárgangirnar hava øll trý londini upplýsingar um.

19821985

Í tjúgunum eru væl fleiri burtur úr Føroyum og Álandi enn í Íslandi

Ein av stóru mununum landanna millum er, hvussu mong eru burtur, tá tey eru í tjúgunum. 

Í Føroyum eru í miðal 40 prosent av hvørjum árgangi búsitandi uttanlands, tá flest eru burtur. Tað er oftast, tá tey eru miðskeiðis í tjúgunum. 

Í Álandi minnir mynstrið um tað føroyska. Í miðal eru tað tveir triðingar av hvørjum árgangi í Álandi, sum eru búsitandi uttanlands, tá flest eru burtur. Tað eru soleiðis nakað færri, sum fara avstað úr Álandi samanborið við í Føroyum. Í Álandi fara tey avstað eitt sindur fyrr enn ung í Føroyum. Í Álandi eru flest burtur í fyrru helvt av tjúgunum. 

Í Íslandi sær tað heilt øðrvísi út. Millum 5 og 15 prosent av hvørjum árgangi eru burturstødd úr Íslandi, tá tey eru í tjúgunum. 

Tað er tí stórur munur á, í hvønn mun ung í tjúgunum eru partur av samfelagnum í hesum trimum londunum.

Um búfestið

Búfestið vísir, hvussu stórur partur av einum árgangi, frá valda støðisaldrinum, framvegis býr í Føroyum.

Árgangurin verður fylgt frá valda støðisaldrinum. Búfestið hjá árganginum er altíð 100% fyri støðisaldurin og kann ikki fara upp um 100% sum árini ganga.

Upplýsingar um bústað hjá persónum og soleiðis eisini støðisaldur eru einans tøkir frá 1985 og fram.

Bústaðartilknýti til Føroya merkir, at ein persónur annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.

Í hesi grein er støðisaldurin 18 ár valdur fyri at síggja, hvussu stórur partur av ungum í einum ættarliði framvegis býr í landinum, tá ið tey gerast eldri. Grundin til, at hugt verður at ættarliðnum frá 18 ára aldri og ikki frá føðiári, er tí at nógv leggjast afturat árganginum barnaárini, serliga upp til skúlaaldur.