Fólkatal
10. mar 2026
Gott 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,8%

Tann 1. februar búðu fleiri enn 55 túsund fólk í Føroyum. Fólkatalið kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.
[px-graph-1]
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 229 fólk. Tað eru knapt 200 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Nettoflytingin var á leið 120 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí færri fluttu úr Føroyum. Burðaravlopið var knapt hálvfjerðs størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvtrýss fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting.
[px-graph-3]
Vaksandi burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan gongdin í deyðatalinum er minkandi. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.
[px-graph-4]
Færri uttan bústaðartilknýti leggjast afturat
Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti vaksin úr 1,8 upp í 5,2 prosent. Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti stóðu fyri umleið 85 prosentum av samlaða fólkavøkstrinum. Síðan tá hevur teirra íkast til fólkavøksturin verið minkandi. Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av fólkavøkstrinum, meðan tey hetta seinasta árið stóðu fyri einum triðingi av fólkavøkstrinum.
Myndin niðanfyri vísir fólkatalið í Føroyum skift á bústaðartilknýti. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti. Nevnast skal, at tá talið av fólki við og uttan bústaðartilknýti broytist, kann tað bæði koma av teimum fýra táttunum, sum ávirka fólkatalið, men eisini av teimum, sum hava lokið aðra av treytunum fyri bústaðartilknýti.
[px-graph-5]
Fólkatalið í kommununum
Um trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva um 23.500 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Klaksvíkar, Sjóvar og Sands kommunu.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar og Vága kommunu.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2025 og 2026.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.