10. des 2025
Kanning: Hvussu nýskapandi eru føroyskar fyritøkur?

58 prosent av fyritøkum vóru nýskapandi í 2022
Hugtakið nýskapan fevnir um fleiri ymisk tiltøk hjá fyritøkum. Tær kunnu bjóða nýggja vøru ella tænastu. Menning av nýggjari vøru, tænastu ella arbeiðsgongd er eisini við, bæði um hon er í gongd ella liðug ment. Gransking og menning, sum er framd ella keypt, verður eisini mett sum nýskapan.
Umframt hesum nýskapanartiltøkum hyggur kanningin eisini at tilgongdum, útreiðslum, fígging, samstarvi og arbeiðsgongdum í sambandi við nýskapan.
Triðhægst í Norðurlondum
Ein samanbering av hagtølum fyri 2022 við onnur lond vísir, at føroyskar fyritøkur eru ovarlaga í listanum yvir, hvussu nógv verður nýskapað. Í Finnland nýskaptu 62 prosent av fyritøkum, í Noreg 64, í Føroyum og Svøríki 58 prosent, í Danmark 57 prosent, meðan 48 prosent av fyritøkum í Íslandi vóru nýskapandi.

Tá samanborið verður við lond skulu vinnugreinarnar “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða,” “Gisting og matstovuvinna” og “Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar” ikki teljast við. Tá hesar vinnugreinarnar eru taldar við, er parturin av føroyskum fyritøkum, sum nýskapa, tó óbroyttur.
Kanna á øðrum sinni
Allar fyritøkur við 10 ella fleiri løntakarum í øllum vinnugreinum eru við í kanningini.
Hetta er aðru ferð, at Hagstova Føroya saman við Granskingarráðnum kannar, hvussu nýskapandi føroyskar fyritøkur eru. Hagtølini eru framleidd eftir altjóða leisti sambært ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan. Fyri at fylgja gongdini fyri nýskapan verður kanningin framd annað hvørt ár.
Nýskapan í koronafarsóttatíðini
Síðsta uppgerðin fevndi um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Myndin omanfyri vísir bæði tíðarskeiðið áðrenn koronu og í koronutíðini. Felags fyri ES-lond og Norðurlond er, at í tíðarskeiðnum, tá koronufarsóttin rakti, vóru fyritøkur samlað minni nýskapandi enn tíðin áðrenn koronufarsóttin gjørdi um seg.
546 milliónir krónur í útreiðslum til nýskapan
Tilsamans høvdu allar føroysku fyritøkurnar í kanningini útreiðslur til nýskapan fyri góðar 546 milliónir krónur í 2022.
Tað eru serliga tvær vinnugreinar, sum gjørdu stórar íløgur og áttu 80 prosent av útreiðslunum. Tær vinnugreinarnar eru ”Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” og ”Kunning og samskifti”.
Nýskapan hjá føroysku fyritøkunum í 2022 fevndi um útboð av nýggjum vørum og tænastum ella íverksetan av nýggjum arbeiðsgongdum.
Hagtøl um nýskapan eru at finna í hagtalsgrunninum, umframt á temasíðuni. Hagtølini fevna millum annað um fígging og samstarv um nýskapan og umhvørvislig árin av nýskapan.
[px-graph-2]
Fyritøkur, sum nýskapa
Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.
Háttalag
Hagtølini eru gjørd í samsvari við altjóða ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókina um nýskapan. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.
Dáturnar eru savnaðar við spurnakanning, ið er send øllum fyritøkum við fleiri enn 10 starvsfólkum. Kanningin verður gjørd annaðhvørt ár.
Hagtalshópur
Samlaða talið av fyritøkum, sum eru fevndar av kanningini.
Vinnugrein
Vinnugreinabýtið er skipað eftir NACE-vinnugreinabólkingini hjá Eurostat. Sambært Oslo-handbókini um nýskapan eru vinnugreinarnar "A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða," "I Gisting og matstovuvinna" og "N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar" ikki egnaðar til altjóða samanberingar.