Arbeiðsmegi, kanning
14. nov 2025
Kanning í gongd: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

Altjóða sambærlig kanning
Arbeiðsmegikanningin er afturvendandi árlig spurnakanning, sum verður gjørd seinast í november í hvørjum ári. Endamálið er at gera arbeiðsmegina í Føroyum upp fyri fólk í aldrunum frá 15 til 74 ár, ið eru búsitandi í Føroyum.
Hagtølini um arbeiðsmegi verða gjørd í samsvar við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum.
Føroyska arbeiðsmegin lutfalsliga størst í Evropa
Í november í fjør vóru 33.102 fólk í føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin telur tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu. Arbeiðsmegin sum partur av fólkinum í aldursbólkinum, nevnt vinnutíttleiki, var 85 prosent millum tey 15 til 74 ára gomlu í fjør. Hetta er hægsti vinnutíttleiki í Evropa.
Seinastu kanningarnar hava víst, at føroyski vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum. Niðanfyri sæst samanbering við Ísland, Danmark og ES. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum.
Stutt um kanningina
Flestu persónar verða bólkaði sum í arbeiðsmegini - sum arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys - við støði burturúr almennum skráum. Av teimum eftirverandi verða 1.300 tilvildarlig fólk vald at luttaka í kanningini. Tey, sum hava Mínboks, fáa møguleikan at svara umvegis netið í eitt stutt skotbrá. Í døgunum eftir fer Hagstova Føroya at ringja til teirra, sum ikki hava Mínboks – umframt tey, ið ikki hava svarað umvegis Mínboks. Telefonnummarið hjá Hagstovuni, sum ringt verður út við, er 352828.
Les meira
Meira kunning um kanningina kanst tú lesa her, umframt á temasíðuni.
Greinin við altjóða sambærligu tølunum fyri í fjør er at finna her.