Brúkaraprístal
27. mar 2026
Prístalið er lækkað 0,2 prosent

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í ár.
[px-graph-8]
Prístalið lækkað seinasta árið
Prístalið lækkaði 0,2 prosent frá februar 2025 til februar 2026. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.
[px-graph-1]
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir hálvt triðja prosent, og prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir 8,6 prosent.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
[px-graph-2]
Grønmeti er bíligari
Í februar 2026 vóru mat- og drykkjuvørur 2,5 prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
[px-graph-3]
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 17 prosent. Kjøt er nærum 9 prosent dýrari nú, og fiskur nærum 7 prosent dýrari. Av kjøtvørum eru tað neytakjøt og svínakjøt, sum er dýrkaði mest.
Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað sannlíkt frá at MVG ikki longur verður lagt á hesar vørur.
[px-graph-4]
Rentur tálma vøkstrinum
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan tíggju prosent frá februar í 2025 til februar í 2026.
[px-graph-7]
Miðalrentan er lækkað meir enn 38 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður góð seks prosent.
[px-graph-9]
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.