17. mar 2026
Tíggju prosent fingu árliga løn omanfyri 740 túsund krónur

Í 2025 fekk helvtin av persónum, sum fingu løn allar mánaðir í árinum, eina ársløn, sum var omanfyri 445 túsund krónur. Tey tíggju prosentini, sum hava størstu lønirnar, høvdu eina árliga løn, sum var yvir slakar 740 túsund krónur. Vinnugreinin við størstu miðalløn og miðvirði er "Fiskiveiða og aling".
Til hagtølini í hesari grein verður mátið 'Fingið løn allar mánaðir í árinum' brúkt, sum bert telur persónar, sum hava fingið løn útgoldna allar mánaðir í árinum. Sí kassan niðast í greinini fyri nærri útgreining.

Miðallønin fyri árið verður roknað við at býta samlaðu útgoldnu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvussu nógva tíð ein persónur arbeiðir.

Miðallønin fyri 2025 var góðar 470 túsund krónur. Hetta er 5,4 prosent hægri enn árið frammanundan. Hjá kvinnum er miðallønin slakar 400 túsund krónur. Tað er 27 prosent lægri enn miðallønin hjá monnunum, sum er næstan 550 túsund krónur. 

[px-graph-3]

Miðvirðið er lægri enn miðallønin

Einstakar hægri lønir í ovara enda kunnu trekkja alla miðallønin uppeftir. Tískil, er eisini gott at hyggja at miðvirðinum. Miðvirðið (50%-kvantilurin) er mittasta árslønin, sum býtir talið av øllum útgoldnum árslønum í tveir eins stórar bólkar, har helvtin av árslønunum er størri og hin helvtin er minni enn miðvirðið. Vanliga er ein miðalløn hægri enn miðvirðið, orsaka av hægri lønum ovara endanum. Í hesum tølum er tó ofta rættiliga lítil munur á miðallønini og miðvirðinum. Ein orsøk til hetta er, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tvs. at tey, sum arbeiða færri tímar eisini trekkja miðallønina niður. 

Miðvirðið (50% kvantilurin) fyri árslønina í 2025 var góðar 445 túsund krónur. Hetta er 5,9 hægri enn árið frammanundan. Hjá kvinnum er miðvirðið góðar 390 túsund krónur, sum er 23 prosent lægri enn miðvirðið hjá monnum, sum er slakar 510 túsund krónur. 

Samanborið við miðallønina liggur miðvirðið 35 túsund krónur lægri. Fyri menn er munurin størri og fyri kvinnur er hann minni. 

[px-graph-1]

Tíggju prosent tjena omanfyri 740 túsund krónur árliga

Á sama hátt sum miðvirðið býtur árslønirnar í helvt, so eru eisini aðrir kvantilar í mátinum, sum kunnu býta persónarnar í aðrar partar. 10%-kvantilurin fyri 2025 vísur, at 10 prosent av árslønunum hjá persónum, sum fingu eina løn hvønn mánað liggja omanfyri slakar 740 túsund krónur. Hinvegin liggja lægstu tíggju prosentini undir 180 túsund krónum (90%-kvantilur). Sum áður nevnt, verður tað ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð, og ein lægri løn kann koma av færri arbeiðstímum.

[px-graph-3]

Vinnugreinar við hægstu miðvirðum

Í grafinum niðanfyri síggjast tær fimm vinnugreinar á øðrum stigi í vinnugreinaflokkingini NACE, sum hava hægstu miðvirðir á árslønini. Undir er miðallønin fyri somu vinnugreinar. Lønirnar, sum eru við í grafunum, eru hjá persónum, sum hava fingið eina løn hvønn mánað í árinum í sínum høvuðsstarvi. Tað vil siga, at  hevur  ein persónur fleiri enn eitt starv telur viðkomandi bert við í tí vinnugreinini, har persónurin fekk hægstu lønina.

Hægsta miðvirði á árslønum er í "Fiskiveiðu og aling" við 690 túsund krónum. Hetta eru góðar 90 túsund krónur hægri enn tann næsta. Verður hugt at miðallønini í grafinum undir, so liggur hon fyri "Fiskiveiðu og aling" 170 túsund krónur hægri enn miðvirðið og meira enn 200 túsund krónur omanfyri tí næstu vinnugreinina. Hinar fýra vinnugreinarnar hava minni mun ímillum mátini og í tveimum av vinnugreinunum er miðvirðið hægri enn miðallønin.

[px-graph-3]

[px-graph-3]

 

Um lønarhagtølini

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

Árstalvurnar fyri løn verða uppgjørdar í mars árið eftir. Hetta er fyri at tryggja at flestu eftirskrásetingar eru komnar í lag, áðrenn tølini verður útgivin. 

Orðalýsingar

  • Miðallønin verður roknað við at býta samlaðu útgoldnu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvussu nógva tíð ein persónur arbeiðir. 
  • Miðvirði og kvantilar vísa ta árslønina sum býtir talið av lønum hjá starvsfólkum í ásettu partarnar. Til dømis er 25%-kvantilur tann lønin, har 25% av lønum hjá starvsfólkum liggja undir og 75% liggja yvir hesa løn. 50%-kvantilurin (miðvirðið) er mittasta lønin, sum býtir talið av øllum útgoldnum lønum í tveir eins stórar bólkar, har helvtin av lønunum er størri og hin helvtin er minni enn miðvirðið.
  • Mát: Í árstalvunum eru trý mát, sum avgera hvussu nógvir persónar eru við í útrokningini av ymiskum miðalvirðum. Fyrsta mátið 'Fingið løn allar mánaðir í árinum' telur bert teir persónar, sum hava fingið løn útgoldna hvønn mánaða í árinum. Annað mátið 'Fingið løn í minsta lagi tríggjar mánaðir í árinum' er tey, sum hava fingið løn í 3 mánaðar ella meira. Tað síðsta mátið 'Fingið løn í minsta lagi ein mánað í árinum' telur allar persónar við, sum hava fingið útgoldna løn í árinum. Miðallønin í fyrsta mátinum (tey, sum hava fingið løn allar mánaðir í árinum) er tí sum oftast hægst. Meira útgreinað vinnugreinar og geirar verða, færri persónar telja við í mátinum. 
    Dømi: Verður 'Fingið løn allar mánaðir í árinum' valt saman við 'Høvuðsvinnugrein hjá starvsfólki' og 'A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða' er úrslitið miðallønin hjá teimum persónum, sum hava fingið eina útgoldna løn í valdu vinnugreinini allar mánaðir í árinum, og har vinnugreinin er teirra høvuðsstarv. Tvs. miðallønin í hesum dømi tekur ikki tey við, sum
    1) hvørs høvuðsvinnugrein er ein onnur enn 'A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða', har tey tjena meira samlað í árinum ella
    2) ikki hava fingið útgoldna løn í vinnugreinini allar mánaðir (til dømis um ein hevur skift starv til aðra vinnugrein í árinum ella um ein bert arbeiðir í ferium o.t.).
  • Vinnugrein hjá starvsfólki: Ein persónur kann fáa fleiri lønir frá ymiskum arbeiðsgevarum í ymiskum høvuðsvinnugreinum. Starvsfólkið verður flokkað í høvuðsvinnugrein hjá tí arbeiðsgevara, hvørs tað fær størstu lønina frá. Aðrar vinnugreinar, sum starvsfólkið fær løn í, verða settar sum hjávinnugreinar. Miðal lønin verður ofta hægri, tá høvuðsvinnugrein verður valt til. Fær persónurin lønir frá ymiskum arbeiðsgevum, men í somu vinnugrein, verða tær flokkaðar saman. 
PX Web Graph News
Viðm.: Her telja bert persónar við, har vinnugreinin er teirra høvuðsvinnugrein, tvs. har størsta lønin kemur frá.
Viðm.: Her telja bert persónar við, har vinnugreinin er teirra høvuðsvinnugrein, tvs. har størsta lønin kemur frá.