Útflutningur av vørum
19. aug 2022
Útflutningurin av fiskavørum fyrra hálvár er 5,3 milliardir krónur

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,3 milliardir krónur. Tað eru 1,3 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.

Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 5,6 milliardir krónur. Hetta eru 1,4 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. 

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrra hálvár. Vøksturin er 257 milliónur krónur ella 251%. Hetta kemst av, at makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.

Laksaútflutningurin er vaksin nógv, og har er útflutt fyri 2,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Virðið er hækkað 565 milliónur krónur ella 28%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 6 túsund tonsum ella 16%.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksin nógv. Mest fyri hýsu, 71%, og minst fyri upsa, har vøksturin er 38%.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands var 45,2 milliónur krónur í juni 2022. Selt var fyri 32,9 milliónur krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt fyri 12,3 milliónir krónur av svartkjafti til Russlands.

[px-graph-3]

PX Web Graph News