Lønargjaldingar
Framleiðsluvinna
Framleiðsluvinna fevnir um, Skipasmiðjur, smiðjur, Annan ídnaða, Bygging, umframt Orku- og vatnveiting
Hvat er løn?
- Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Sostatt telja útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum ikki við her.
- Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.
- Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, uttan mun til um lønarmóttakarin býr í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønargjaldingunum.
Sí eisini síðurnar Løntakarar í framleiðsluvinnuni og Lønargjaldingar fyri alt landið.
Vinnugreinabýti
Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um: Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað, Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um: Skipasmiðjur og smiðjur, Annan ídnað, Bygging, Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um: Almenna fyrisiting v.m. (Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing, Heilsu- og almannaverk)
