Løntakarar

Framleiðsluvinna

Framleiðsluvinna fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annan ídnað, Bygging, umframt Orku- og vatnveiting

Hvat er ein løntakari?

  • Løntakarar er talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina.
  • At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
  • Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaði fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku.
  • Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Orðalýsingar:

  • Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í november.
  • Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

Sí eisini síðurnar  Lønargjaldingar í tilfeingisvinnuni, Lønargjaldingar í tænastuvinnuni og Løntakarar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um: Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað, Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um: Skipasmiðjur og smiðjur, Annan ídnað, Bygging, Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um: Almenna fyrisiting v.m. (Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing, Heilsu- og almannaverk)

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur