Løntakarar

Løntakarar er talið av løntakarum búsitandi í Føroyum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina.

Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánað fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku. Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Løntakarar fáa løn útgoldna frá einum arbeiðsgevara, ið verður bólkaður í eina vinnugrein. Føroyska vinnugreinaflokkingin er bygd á altjóða NACE-flokkingina, tó við ávísum tillagingum til tess at kunna lýsa føroysku eindirnar, soleiðis sum tørvur er á. Ein og hvør arbeiðsgevari fær eina ávísa eyðmerking sum partur av vinnugrein út av í alt 624 ymsum vinnugreinum. Hesar vinnugreinarnar verða síðan bólkaðar, og yvirskipað eru allar vinnugreinar í hesum hagtølunum skipaðar í 4 bólkar:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um landbúnað, fiskiskap, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinnu, fiskavøruídnað og annað ótilskilað
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um bygging, skipasmiðjur og smiðjur, annan ídnað og orku- og vatnveiting 
Privatar tænastuvinnur fevnir um handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutning og annan flutning, post og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir/mentan o.a. 
Almenn o.o. tænasta fevnir um fyrisiting og tænastuveiting hjá lands-, ríkis- og kommunufyrisiting, umframt undirvísing og heilsu- og almannaverk

Orðalýsingar:

  • Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í november.
  • Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

Sí eisini síðurnar Arbeiðsfjøld, Arbeiðsloysi og Lønargjaldingar.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur