Arbeiðsloysi
27. apr 2026
Arbeiðsloysið var 1 prosent í mars

Í mars var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í mars vóru 366 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 65 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í mars vóru tað 312 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 50 færri enn í mars í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í mars vóru 136 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 109, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri.
230 menn vóru raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 203, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri.
[px-graph-3]
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í mars var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki við 0,5 prosentum, sum er 0,3 prosentstig minni enn í sama mánað árið fyri. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 2,3 prosentum, sum tó er 0,9 prosentstig lægri samanborið við mars í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minkað í yngsta aldursbólkinum
Størsta arbeiðsloysið í mars var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,5 prosentum. Samanborið við sama mánað árið fyri eru arbeiðsloysið minkað í øllum aldursbólkunum. Størsta minking var í yngsta aldursbólkinum við 0,4 prosentstigum.
[px-graph-5]
Ein av níggju hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 32 prosent, av teimum arbeiðsleysu í mars høvdu verið arbeiðsleys millum 3 til 6 mánaðar.
Í mars vóru 42 persónar ella 11,5 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama talið av persónum sum í fjør.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.