Innflutningur av vørum
16. apr 2026
Innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin 307,5 milliónir krónur

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum "brennievni og aðrar oljur" og "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin meira enn 260 milliónir krónur, ella 11,3 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 307 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
[px-graph-1]
Innflutningur skiftur á lond
Innflutningurin úr øllum heimspørtum uttan "Evropa annars" er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin góðar 656 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við góðum 230 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við 118 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við góðum 145 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi. Skiftið frá "Evropa annars" til ES, kemst av at meira av oljuúrdráttum verður innflutt úr Niðurlondum heldur enn úr Noregi
[px-graph-2]
Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkunum 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" og 4.2 "Planturunnin olja" vaksin við ávikavist 196,3 og 109,7 milliónum krónum og vørubólkur 5.9 "Kemisk evni" er vaksin við 96,4 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til trol og nótir er minkaður nógv.
Samlaði innflutningurin av akførum er vaksin við nærum 104 milliónum krónum.
[px-graph-4]