Arbeiðsmegi, kanning
13. mar 2026
Minsta arbeiðsloysi í Evropa

Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður gjørd eftir altjóða leisti í samsvari við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger føroysku hagtølini sambærlig við onnur lond, eitt nú við hagtøl hjá Eurostat, ið er hagtalsstovnurin hjá Evropasamveldinum.
Arbeiðsleys eru partur av tøku arbeiðsmegini. Arbeiðsleys eru eftir allýsingini hjá ILO tey fólk, sum í tíðarskeiðinum einki arbeiði høvdu, sum virkin leitaðu sær eftir arbeiði og vóru til reiðar at átaka sær arbeiði innan tvær vikur. Tey arbeiðsleysu fevna sostatt bæði um tey, sum eru skrásett sum arbeiðsleys í arbeiðsloysisskipanum og sum ikki eru í nakrari arbeiðsloysisskipan. Arbeiðsloysið, ella arbeiðsloysisprosentið, er parturin av arbeiðsmeginini, sum eru arbeiðsleys.
Arbeiðsloysið í kanningini er ikki sambærligt við tey arbeiðsloysishagtølini, sum koma út mánaðarliga, ið einans er grundað á skráir hjá arbeiðsloysisskipanum.
Altjóða sambærliga arbeiðsloysi fevnir um aldursbólkin frá 15 til 74 ár. Mánaðarligu arbeiðsloysishagtølini, sum einans eru grundað á skráir, fevna um aldursspennið frá 16 til 66 ár.
Lágt bæði hjá kvinnum og monnum
Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið støðugt minkandi síðan 2022 og liggur nú á einum prosenti.
Arbeiðsloysið er minkað hjá báðum kynum. Tað er nakað lægri hjá kvinnum, har tað er 0,9 prosent, meðan hjá monnum er tað 1,2 prosent.
[px-graph-1]
Lægsta arbeiðsloysið í Evropa
Føroyar hava eitt lutfalsliga lágt arbeiðsloysi samanborið við onnur lond. Av teimum avmyndaðu norðurlendsku londunum og ES miðaltalinum í árunum 2015 til 2025 hava Føroyar minsta arbeiðsloysi. Ísland er tað einasta av hesum londunum, sum tað eina árið, í 2016, hevur havt minni arbeiðsloysi. Í 2020 tá koronafarsóttin rakti, sæst vøkstur í arbeiðsloysinum í øllum londum.
Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.
Føroysku tølini eru frá fjórða ársfjórðingi í 2025. Eurostat hevur enn ikki gjørt arbeiðsmegina upp fyri hetta tíðarskeiðið. Fjórði ársfjórðingur frá 2024 verður tí nýttur til samaberingar. Orsøkin til at nýta fjórða ársfjórðing í 2024 (heldur nýggjari uppgjørd evropisk hagtøl, sum til dømis triðja ársfjórðing í 2025) er, at tey eru meira sambærlig orsakað av árstíðarbroytingum í arbeiðsmegini í londunum. Aldrarnir frá 15 til 74 ár er altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.
Í Evropa hava Føroyar lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið við einum prosenti. Tað hægsta arbeiðsloysið er í Norður Makedónia, har tað er 12 prosent. Danmark, Svøríki og Finnland liggja øll oman fyri ES miðaltalið, meðan hini norðurlondini liggja undir. Kekkia er landið, ið liggur tættast at føroyska arbeiðsloysinum við 2,5 prosentum.
Bæði føroyskar kvinnur og menn liggja lægst millum vístu londini í Evropa. Arbeiðsloysið hjá føroysku kvinnunum brýtur serstakliga frá við 2,1 prosentstigi til tað næsta, sum er Kekkia við 3 prosentum. Arbeiðsloysið hjá føroyskum monnum er 0,9 prosentstig lægri enn tað næsta, sum eisini er Kekkia.
Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu
Arbeiðsloysið í Føroyum er munandi minni í øllum aldursbólkum tá samanborið verður við Danmark og ES. Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu í aldrunum 15 til 19 ár. Í Føroyum er næststørsti aldursbólkurin 25 til 29 ár, har hjá hinum hann er 20-24 ár.
Sambærligu talvuna hjá Eurostat við aldursbólkum finnur tú her.
Um arbeiðsmegikanningina
Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum (ST). Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú í hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Altjóða leisturin fyrisetur at kanningin skal umfata allar persónar búsitandi í landinum í aldursbólkinum 15 til 74 ár. Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár og ásetur arbeiðsmegistøðuna fyri vikuna, sum 15. november er í.
Hagfrøðiliga endamálið við kanningini er at flokka persónar eftir, um tey vóru virkin í einum stuttum tilvísingartíðarskeiði. Flestu persónar verða flokkaðir sum arbeiðsvirknir ella arbeiðsleysir við støði í fullari teljing burtur úr almennum skráum. Á leið 9.500 persónar eru eftir, sum ikki kunnu flokkast. Av hesum verða 1.300 persónar tilvildarliga valdir at svara eini spurnakanning. Við støði í úrslitunum frá spurnakanningini og øðrum hagtalskeldum verða tey eftirverandi flokkaði.
Nýtt háttalag til uppgerðina av arbeiðsmegini
Eitt nýtt háttalag er ment fyri at gera eina neyvari uppgerð av føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin er endurskoðað við nýggja háttalagnum aftur til 2015. Uppgerðin av arbeiðsmegin verður, eins og áður, í stóran mun gjørd við støði í skráum og spurnakanning fyri tann partin av fólkinum, sum ikki kann gerast upp úr skráum.
Áður hevur hesin seinni parturin av fólkinum, sum verður gjørdur upp við spurnakanning, verið upproknaður eftir aldri, kyn og bústaðarøki. Av tí, at Hagstova Føroya hevur fleiri og betri skipaðar upplýsingar, ber nú at gera betri ein betri myndil fyri hendan partin av fólkinum. Myndilin tekur støði í nógv fleiri upplýsingum enn teimum trimum áður nevndu. Nýggi myndilin greinar svarini um arbeiðsstøðu frá spurnakanningini við støði í eitt nú inntøku (herundir løn og veitingar), húskissamanseting, útbúgving, bústaðartilknýti, lestrarstøðu, hjúnabandsstøðu, aldri, kyni og bústaðarøki. Teir upplýsingar, sum í árinum vísa seg at vera bestar at greina svarini um arbeiðsstøðuna, verða nýttir at gera hendan partin av fólkinum upp.
Broyting í hagtølunum
Endurskoðanin við nýggja háttalagnum hevur við sær, at hagtøl um arbeiðsmegina eru broytt nakað. Serliga er arbeiðsmegin minkað eitt vet og tey uttanfyri arbeiðsmegina eru vorðin fleiri. Sí munin millum gomlu og nýggju uppgerðina av arbeiðsmegini niðanfyri.

Hagtølini undan 2015 byggja ikki á skráir, men eru burturav gjørd við spurnakanning. Av somu orsøk eru hagtøl fyri hesi árini ikki endurskoðaði.
Orðalýsingar:
- Arbeiðsmegin eru fólk, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Hetta fevnir um tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
- Arbeiðsvirkin eru persónar, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum fyri løn, vinning ella feingi. Hetta fevnir um starvsfólk, vinnurekandi og tey fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
- Arbeiðsleys eru persónar, sum í tíðarskeiðnum einki arbeiði høvdu, søktu arbeiði og vóru tøk at byrja innan 2 vikur.
- Uttanfyri arbeiðsmegina eru persónar, sum í tíðarskeiðinum hvørki vóru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Hesi verða eisini nevnd ‘óvirkin’.
- Fólkatalið í hesari uppgerð er talið av fólki í arbeiðsførum aldri (15-74 ár).
- Vinnutíttleiki er arbeiðsmegin í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “activity rate”.
- Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum eru tey arbeiðsvirknu í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “employment rate”.
- Arbeiðsloysi er arbeiðsleys í prosent av arbeiðsmegini.
- EA eru tey 20 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA20, 2023).
- ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, 2020).Dagføring av arbeiðsmegini